Oljuprísurin farin niður um 100 dollarar

Oljuprísurin farin niður um 100 dollarar
Prísurin á norðsjóvaroljuni hevur ikki verið so lágur síðani juni í fjør
 
08.09.2014 - 13:59

Oljuprísurin lækkar, og fyrrapartin fór prísuriun á eini tunnu av olju úr Norðsjónum niður um 100 dollarar.

Ikki síðani 3. juni í fjør hevur ein tunna av olju úr Norðsjónum verið so bílig. Í apríl í fjør var oljuprísurin eisini undir 100 dollarar fyri tunnuna í fleiri dagar.

Serfrøðingar vænta kortini ikki so stóra broyting í prísunum, men teir eru ovfarnir av, at prísurin er lækkaður so nógv, tí ófriður er bæði í Ukraina og í Irak. Orsøkin til, at prísurin lækkar, er, at nógv olja er á marknaðinum. Sum frá líður vænta serfrøðingarnir, at ófriðurin í Ukraina og í Irak fer at fáa oljuprísin at hækka aftur.

Ófriðurin í Ukraina og í Irak hevði fyrr í summar við sær, at oljuprísurin hækkaði upp í góðar 115 dollarar fyri tunnuna. Orsøkin til lækkaðu prísirnar seinastu tíðina, er, at minni av olju verður brúkt, samstundis sum londini í OPEC selja meir olju enn vanligt.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659