Fótbóltssambandið lovar bót og bata

Fótbóltssambandið lovar bót og bata
Atgongumerki, sum skuldu seljast á sjálvum leikdegnum, vóru ikki komin aftur til Havnar
09.09.2014 - 10:07

Fótbóltssambandið átekur sær fulla ábyrgd av ruðuleikanum í sambandi við atgongumerkjasøluna upp undir landsdystin millum Føroyar og Finnland á Tórsvølli sunnukvøldið, og aðalskrivarin, Virgar Hvidbro, harmast, at fólk noyddust at standa so leingi í bíðirøð.

Orsøkin var, at atgongumerkini, sum skuldu seljast á sjálvum leikdegnum til bestu plássini á Tórsvøllini, vóru ikki komin aftur til Havnar.

Fótbóltssambandið lovar bót og bata til næstu heimadystirnar. Arbeitt verður m.a. við einari nýggjari skipan at keypa atgongumerki á netinum. 

Virgar Hvidbro var gestur í sjónvarpsstovuni í gjárkvøldið.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867