Henrik Old spyr um túratalið hjá Smyrli

Henrik Old spyr um túratalið hjá Smyrli
Henrik Old vil millum annað vita, hví fyrrverandi leiðslan á Strandferðsluni hvørki fekk heimild at hækka prísin ella lækka túratalið

25.09.2014 - 14:55

Henrik Old, úr Javnaðaflokkinum, spyr Johan Dahl, landsstýrismann, hvørji viðurskifti eru broytt, nú leiðslan fær boð um at skerja túratalið á eini leið, sum, sambært Henriki Old, hevur fægst túratal og mesta flutning.

Í viðmerking til fyrispurningarnar skrivar javnaðartingmaðurin, at 24. oktober 2012 hevði leiðslan á Strandferðsluni fund við tingfólk um játtanina til Strandfersluna har víst varð á, at millum annað av nýggjum manningakrøvum fór játtanin ikki at halda.

Neyðugt var antin at hækka prísin hjá Strandferðsluni ella minka um túratalið hjá Smyrli á farleiðini til Suðuroy.

Politiski meirilutin: Eingin broyting í prísi og túratali

Strandferðslan fekk tá at vita frá politiska meirilutanum, at tað hvørki bleiv talan um at seta prísin upp ella túratalið niður. Tá var mest talan um siglingina hjá Teistanum.

Nú verður boðað frá, at tað framanundan lága túratalið hjá Smyrli, skal skerjast uppaftur meir. Hesar broytingar vórðu gjørdar, hóast nøgdin av flutningi er vaksin munandi seinastu árini, skrivar Henrik Old í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin.

Kann tað hugsast, at orsøkin til at man fyri aðru ferð í hesum samgongsskeiðnum velur, at skerja túratalið hjá Smyrli vera tann, at í løtuni situr einki løgtingsumboð fyri Suðuroynna í samgongu? Tí verða hesir spurningar settir til landstýrismannin, Johan Dahl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Trapputing í Klaksvík
205848
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810