Ísland: Veiðuloyvi og tilfeingisgjald

Ísland: Veiðuloyvi og tilfeingisgjald
Veiðuloyvini verða galdandi í 20 ár, og tilfeingisgjaldið skal geva 670 mió. kr. um árið
Íslendska stjórnin ætlar, at ein kvotubúð skal umsita allan handil við kvotum.

26.03.2012 - 10:25

Íslendska stjórnin hevur samtykt eitt lógaruppskot hjá fiskimálaráðharranum um veiðuloyvi og tilfeingisgjald.

Uppskotið er ikki almannakunngjørt enn, men fjølmiðlarnir hava longu viðgjørt tað.

Veiðuloyvini verða galdandi í 20 ár, og uppsagnarfreistin er fimm ár. Eftir 20 ár kunnu loyvini leingjast. Tilfeingisgjaldið verður í tveimum, eitt grundgjald og eitt gjald, sum byggir á úrslitið hjá reiðaríunum. Tilfeingsgjaldið skal geva statskassanum okkurt um 670 mió. kr. um árið.

Sambært uppskotinum verða 20.000 tons av botnfiski tikin frá, áðrenn kvoturnar verða býttar.

Hesi 20.000 tonsini kunnu reiðarí leiga fyri at sleppa at fiska tey. Fer toskakvotan upp um 220.000 tons, fara 40 prosent av tí, sum kvotan er størri enn 220.000 tons í puljuna, sum kann leigast, og hini 60 prosentini verða býtt millum teirra, sum eiga kvotu.

Og ein kvotubúð hjá tí almenna skal umsita allan handil við kvotum. Møguleikin at selja kvotur verður sambært nýggja lógaruppskotinum nógv avmarkaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117