Kapping um at prýða býbussarnar í Klaksvík

Kapping um at prýða býbussarnar í Klaksvík
Næmingar í 4., 5. og 6. flokkunum, í skúlunum í Klaksvík, skulu prýða nýggju býarbussarnar í Klaksvík
 
29.09.2014 - 09:58

Næmingarnir hava undanfarnu vikurnar arbeitt við at útleggja orðatøk, og síðani gjørt eina greining av orðatakinum, teir hava valt - verði hetta seg í myndum, orðum ella tekningum.

Nú fer dómsnevnd at meta um arbeiðið, og bestu fimm uppskotini fáa sína mynd upp at hanga í bussunum. Besta ískoyti fær harumframt eisini ein peningarligan vinning.

Ognarkenslan

Endámalið við kappingini er, at styrkja ognarkensluna hjá børnunum í býnum, so tey kenna, at tey eiga lut í býarbussunum.

- Hetta eitt serstakt høvi hjá børnum og vaksnum at tosa um orðatøkini, føroyska mentan og annað viðkomandi, tá tey sita í bussinum, siga fyriskiparir Fríða Næs og Anniku Kunoy.

Býarbussarnir í Klaksvík hava verið sera nógv nýttir síðani teir vórðu settir í rutu fyri góðum mánað síðani, og er tað serliga skúlabørnini sum nýta bussarnir nógv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860