- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA undirmetti hóttanina frá IS
Obama sigur, at IS millum annað er stovnað og mannað av al-Qaeda-hermonnum, sum amerikanskir og irakiskir hermenn hava riknið úr Irak.
- Teir samstarva við Syria og hava sett á stovn nýggja og sera vandamikla bólkin Islamiskur statur, IS", segði forsetin í sjónvarpssendingini.
Obama ásannar, at USA hevur yvirmett megina hjá irakiska herinum, sum er vandur av USA, sjálvur at berja niður IS.
Fáar upplýsingar
Tað er nú lítil vika síðani, at USA saman við samgongu av arabiskum londum, leyp á Syria við loftálopum.
Fáar upplýsingar eru um, hvar USA hevur framt álopini, men amerikanski verjumálaráðharrin Chuck Hagel, segði fríggjadagin, at hernaðarflogfør hava framt meira enn 40 álop móti øki í Syria, har IS heldur til og hevur ræði á.
Eisini sunnunáttina vóru fleiri loftálop framd, sigur ein kelda í amerikanska herinum. Millum annað eru álop framd á oljureinsiverk sum IS hevur ræði á.
Stríð um olju
Mett verður at søla av olju á svarta marknaðinum hevur sera stóran fíggjarligan týdning fyri IS.
Sambært mannarættindastovni í Syria eru í minsta lagið 140 jihadistar og 13 sivilfólk dripin í álopunum.