Broytingar í útbreiðsluni av makreli kannast

Broytingar í útbreiðsluni av makreli kannast
Sjóvarhiti, æti og stødd á gýtingarstovninum kunnu hava ávirkað hesa broytingina í ferðingarmynstrinum hjá makreli
Yvirlitstrolingin í 2013. Reyðu krossarnir eru, har eingin makrelur varð fingin í trolið
Mynd: hav.fo  
 
30.09.2014 - 09:29

Í næstseinastu viku hevði ICES árligu ráðstevnu sína í norðurspanska býnum A Coruña, har nýggj granskingarúrslit vórðu løgd fram.

Havstovan var umboðað á ráðstevnuni, har m.a. Anna Ólavsdóttir, granskari á Havstovuni, greiddi frá um útbreiðsluna av makreli vestureftir síðani 2007, og hvussu sjóvarhiti, æti og stødd á gýtingarstovninum kunnu hava ávirkað hesa broytingina í ferðingarmynstrinum hjá makreli.

Kanningarnar eru skipaðar sum yvirlitstrolingar, og fevna um eitt sera vítt øki, frá Noregi og vestur til Eysturgrønland og frá økjunum sunnan fyri Føroyar norður móti Svalbard.

Norðurlendskt samstarv

Kanningarnar verða gjørdar í samstarvi við norsku og íslendsku havstovurnar.

Nøgdin av makreli verður borin saman við hvussu nógv æti er í sjónum og við hitan í sjónum, fyri at vita, um tað er hitin ella føðin, ella kanska bæði, sum eru avgerandi fyri, hvar makrelurin ferðast.

Tilfarið, ið kanningin byggir á, er frá yvirlitstrolingunum eftir makreli seinastu sumrarnar, meðan kanningin, sum greitt varð frá á ráðstevnuni, er partur av granskingarprogrammi, ið er fíggjað av donsku stjórnini um havfrøði, æti og uppsjóvarfisk í Norðuratlantshavi.

Granskingarúrslitini verða nærri lýst í einari vísindaligari grein komandi ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444