Savnsfagnaður í næstu viku

Savnsfagnaður í næstu viku
Evnið hesaferð er Ferðing til oyggjar, lívið á sjónum og seyðahald
 
10.10.2014 - 17:22

Heystfrítíðin hjá skúlunum er byrjað, og aftur í ár skipa søvnini í høvuðsstaðnum fyri savnsfagnaði.

Listasavnið í Gundadali, Sjósavnið á Argjum og Tjóðsavnið í Brekkutúni í Hoyvík eru opin fyri børnum, ungum og vaksnum mánadagin til og við fríggjadagin frá klokkan 11 til 16.

Tað er ókeypis at koma til savnsfagnaðinum, tó undantikið á Sjósavnið, har kostar tað 10 krónur fyri tey sum eru millum 5 og 14 ára gomul, og 20 fyri vaksin.

Fletta í SMS

Og fyri fyrstu ferð skipar sølumiðstøðin, SMS, fyri heystfangaði á torginum um seyðahald.

Ein rætt er bygd á torginum, og hvønn seinnapart verður ein seyður flettur.

Skipað er fyri ymiskum tiltøkum og framsýningum, og uppgávur og aktivitetir vera til børn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851