Útgjald úr eftirlønargrunni veksur

Útgjald úr eftirlønargrunni veksur
Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðar eftirlønargrunnin hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 2,7 prosent frá fyrsta januar komandi
Fyrsta januar 2015 hækkar eftirlønin úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum 2,7 prosent
 
14.10.2014 - 17:14

<p>Sostatt hækkar eftirlønin úr 2.930 upp í 3.010 krónur um mánaðin, so hon verður 36.120 krónur um árið. Henda áseting er galdandi fyri árið 2015.</p>

<p>Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.</p>

<p>Eftirlønarútgjaldið var 86 prosent av inngjøldunum í 2013 og væntast at vera 88 prosent av inngjøldunum í 2014. Í 2013 vórðu útgoldnar 238,8 milliónir&nbsp;krónur&nbsp;í eftirlønum úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Sunnudag 1. februar
Akademia: Umhvørvisetikkur
203519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256