Enn ein sjúkrarøktarfrøðingur smittaður við ebola

Enn ein sjúkrarøktarfrøðingur smittaður við ebola
Stjórin fyri Texas Health Presbyterian Hospital í Dallas, Daniel Varga, viðgongur nú, at mistøk eru framd í handfaringini av ebolasmittuni
Amber Vinson, sjúkrarøktarfrøðingur er ebolasmittað
Mynd: foxnews.com  
 
16.10.2014 - 08:04

Enn ein sjúkrarøktarfrøðingur er smittaður við ebola á sjúkrahúsi í Texas. Amerikonsku myndugleikarnir siga, at hon hevði fepur, tá hon fór umborð á flogfar við 132 ferðafólkum úr Ohio til Texas.

29 ára gamla kvinnan, Amber Vinson, setti seg í samband við amerikonsku Miðstøðina fyri Sjúkufyribyrging, CDC, dagin fyri hon fór avstað, og boðaði teimum frá, at hon hevði 37,5 í fepri.
Men tað var niðanfyri hámarkið, sum er 37,8 stig, og tí slapp hon avstað.

Amber Vinson arbeiðir á Texas Health Prebyterian Hospital í Dallas. 

Hon er, eftir øllum at døma smittað, tá hon viðgjørdi liberiska mannin, Thomas Eric Duncan, sum er fyrsti sjúklingur, sum hevur fingið staðfest ebola í USA. 

Fyri fáum døgum síðani gjørdist 26 ára gamli sjúkrarøktarfrøðingurin, Nina Pham, sum eisini hevur viðgjørt Thomas Eric Duncan, fyrsti persónur sum er smittaður við ebola í USA.

Thomas Eric Duncan fekk smittuna í heimlandi sínum, Liberia, men kom til USA innan hann gjørdist sjúkur. Síðst í septembermánaði varð staðfest, at hann hevði ebola. Hann doyði av sjúkuni mikudagin í síðstu viku.

Størsta fakfelagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í USA finst hvassliga at amerkonsku myndugleikunum og handfaringini av sjúkuni. Felagið sigur, at sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum tóku sær av Duncan, arbeiddu fleiri dagar uttan veruliga verndarútgerð, og fingu í heilum boð um at broyta trygdar-mannagongdirnar. 

Thomas Eric Duncan kann hugsast at hava smittað í minsta lagi 78 starvsfólk. Hesi eru nú øll undir eftirliti fyri tekin um sjúku.

Stjórin fyri Texas Health Prebyterian Hospital í Dallas, Daniel Varga, viðgongur nú, at mistøk eru framd í handfaringini av ebolasmittuni. 

- Mistøk eru framd í samband við innleiðandi viðgerðina av ebola, sigur Varga í skrivligar fráboðan, og biður samstundis almenningin um umbering. 

Heimsheilsustovunurin metur, at ebolasmittan higartil hevur kravt 4.400 mannalív. Ebolasjúkan ger serliga um seg í vesturaftrikonsku londunum, Sierra Leono og Liberia.

Amerikanski forsetin, Barack Obama, segði í gjárkvøldið, at ein bólkur við serfrøðingum skal mannast, sum við stuttum skotbráði kann fara fara til støð, har illgruni er um ebola í USA, skrivar Returs.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Morgunlestur leygardagur 21.mars 2026
205769
Fríggjadag 20. mars
Vikuskiftið 20 mars 2026
205970
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Fríggjadag 20. mars
Fyrsta val 20. marts 2026
205948
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin - Sjálvstýri
205951
Fríggjadag 20. mars
Dagur & vika - teknmálstulkað
205918