Maskinur og amboð fyri allar pengarnar

Maskinur og amboð fyri allar pengarnar
Fyrstu átta mánaðirnar í ár innfluttu vit maskinur og amboð fyri 440 milliónir krónur.
Í Føroyum floymir úr pengakassanum í amboðskassan.
Mynd: Metlumber  
 
18.10.2014 - 10:15

Tað sæst aftur í innflutningstølunum, at byggivinnan er bólgnað. Frá 1. januar til 1. august í ár innfluttu vit maskinur og amboð fyri 440 milliónir krónur. Sama tíðarskeið í fjør var talið 268 milliónir.

Eisini virðið á innfluttum akførum er hækkað munandi; ein slakan triðing. Fyrstu átta mánaðirnar í fjør innfluttu vit akfør fyri 175 milliónir, men fram til 1. august í ár var innflutningurin 204 milliónir krónur.

Vit innfluttu eisini fleiri húsarhaldsvørur og meiri tilfar til byggivinnu og annan ídnað. Innflutningurin av brennievni og vørum til havbúnað og landbúnað minkaði tó eitt vet, skrivar Hagstova Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. november
Jambalaja - 281126
217152
Leygardag 28. november
Upp á tá - 271126
217150
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Fríggjadag 27. november
LEITISSTEIN 27.11.2026 (Aggrasoppar)
217118
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
Møti
217148
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111