Bíligari olja krevur minni eykajáttan til SSL

Bíligari olja krevur minni eykajáttan til SSL
Johan Dahl, landsstýrismaður, biður Fíggjarnevndina taka hálva millión av umbidnu eykajáttanini til Strandfaraskip landsins
Framskrivingar siga, at Strandferðslan brúkar 2,3 mió. kr. minni til olju fjórða ársfjórðing.
 
23.10.2014 - 09:03

Nú oljan er vorðin bíligari, spara Strandfaraskip landsins 2,3 mió. kr. seinasta ársfjórðingin í ár. 

Tað vísa nýggjastu framskrivingarnar. 

Johan Dahl, landsstýrismaður í Vinnumálum, hevur biðið Fíggjarnevndina hjá løgtinginum taka hálva millión av umsóknini um eykajáttan til Strandferðsluna, sum er tríggjar milliónir og 450.000 kr. 

Eykajáttanin verður tí lækkað niður í tvær milliónir og 950.000 kr.      

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391