Tiltak um føroysk útlendingamál á Norðuratlantsbryggjuni

Tiltak um føroysk útlendingamál á Norðuratlantsbryggjuni
Hevur tú áhuga fyri føroyskum útlendingamálum, ella kundi tú hugsað tær at vita meira um tað? MFS skipar fyri tiltaki á Norðuratlantsbryggjuni í kvøld.
06.11.2014 - 12:15

Løgtingið fer komandi tíðina at viðgera spurningin um, hvørt Føroyar skulu yvirtaka útlendingamálini, sum í løtuni er danskt málsøki. Tískil skipar MFS fyri einum tiltaki, sum skal varpa ljós á málsøkið og viðgera týdningarmiklu umráðini á økinum.

 

Spurningarnir, ið verða umrøddir í kvøld, eru millum annað, hvussu útlendingar verða móttiknir í Føroyum, um Føroyar hava eina integrasjónsskipan, og hvussu ein møgulig føroysk lóggáva á økinum kundi sæð út. Eisini kemur landsstýrismaðurin í vinnumálum at siga sína hugsan um útlendingamál.

 

Skráin fyri kvøldið sær soleiðis út:

 

 - Ken Nónklett, umboð fyri Útlendingastovuna

 

 - Jórun garder Bringsberg, umboð fyri Vinnuhúsið

 

 - Rúni Joensen, umboð fyri Vinnumálaráðið 

 

 - Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum


 - Sonja Jógvansdóttir, umboð fyri Samtak

 

 

Dyrnar lata upp kl. 19, og tiltakið byrjar kl. 20.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.