Sergreinar á sjúkrahúsum bíða til várs

Sergreinar á sjúkrahúsum bíða til várs
Arbeiðið er seinkað, men tað fer ætlandi í gongd á vári 2015, sigur Heilsumálaráðið
 
11.11.2014 - 08:07

Avgerðin um, hvørjar sergreinar hvørt sjúkrahús í Føroyum skal hava, er útsett til várs.

Á ólavsøku segði løgmaður í røðu sínari, at í heyst skuldi avgerast, hvørjar sergreinar skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi.

Men aðrar átrokandi uppgávur hjá Heilsumálaráðnum hava gjørt, at hetta arbeiðið er seinkað, og tað fer ætlandi í gongd á vári 2015, upplýsir Heilsumálaráðið. 

Ætlanin er framvegis at gera ætlan um, hvørji serlæknaøki natúrliga eru partar av føroyska heilsuverkinum, hvussu tey skulu skipast, og hvørjar tænastur, heilsuverkið eigur at keypa uttanlands. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723