Svenskir húsaeigarar hava ovurstóra skuld

Svenskir húsaeigarar hava ovurstóra skuld
Stjórnin noyðist at leggja uppí. IMF metir, at skuldin er 20 prosent hægri enn húsavirðið
Stokkhólmur - har bústaðarbyggingin ikki hevur megnað at fylgt við eftirspurninginum
 
11.11.2014 - 14:02

Svensku húsaeigararnir skylda nú so nógv, at neyðugt er hjá stjórnini og fíggjarmyndugleikunum at leggja uppí.

Í felag er ætlanin at finna eina loysn, so bústaðarskuldin ikki hækkar meir, uttan at framgongdin í samfelagnum steðgar.

- VIt eru noydd at taka onkur stig, men ikki ov ógvuslig stig. Tað ber ikki til, at húsaprísirnir halda fram við at hækka, samstundis sum lánini í bústøðunum hækka skjótt, sigur Martin Floren, í svenska tjóðbankanum við Reuters.

Bústaðarbløðra

Fíggjarkreppan rakti ikki so meint í Svøríki, sum hon gjørdi í Danmark, og tað er orsøkin til, at sviar nú stríðast við ovurhonds stóra bústaðarbløðru, sum hol kann koma á.

Seinastu 20 árini eru prísirnir á bústøðum trífaldaðir, og Altjóða Valutagrunnurin, IMF, metir, at skuldin er 20 prosent hægri enn virðið.

Sviar hava lært av ringum royndum. Í 1992 kom hol á eina líknandi bústaðarbløðru. Tá lækkaðu húsavirðini við tveimum triðingum, og svenska stjórnin noyddist at bjarga tveimum bankum.

Í Danmark hendi tað sama í 2008 og 2009, og tá var úrslitið, at nógv fólk høvdu hús og íbúðir, sum tey ikki kundu selja.

Mæla til at hækka ognarskattin

Fyri at steðga gongdini í Svøríki mæla fleiri serfrøðingar til at lækka rentufrádráttin, ella at hækka ognarskattin, men tí hevur stjórnin víst aftur.

- Vit ganga ikki við til at seta tiltøk í verk, sum kunnu gera, at fólk verða noydd at rýma frá húsi og heimi, sigur ráðharrin fyri fíggjarmarknaðin, Per Bolund, við Reuters.

Størsti trupulleikin er í høvuðsstaðnum Stokkhólmi, har bústaðarbyggingin ikki hevur megnað at fylgt við eftirspurninginum í mong ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233