Gongur illa at selja oljutangar í Sørvági

Gongur illa at selja oljutangar í Sørvági
Effo leigar tangarnar, og eingin ætlan er at siga leigumálið upp, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
P/F Effo hevur leigað oljutangarnar hjá landinum í Sørvági og í Søldafirði síðan seinast í 40-árunum. Henda myndin er av oljutangum í Havn
 
14.11.2014 - 08:10

Longu í 2006 ætlaði landið sær tíggju milliónir krónur fyri oljutangarnar í Sørvági og Søldarfirði. 

Og tað ætlaði landið sær eisini í 2007 og 2008. Men enn hevur landið ikki kunnað bókað hesar pengar sum inntøku, tí oljutangarnir eru ikki seldir enn.

Fíggjarnevndin hevur spurt Jørgen Niclasen, landsstýrismann, um landið eigur at eiga oljutangar. 

Effo leigar

P/F Effo hevur leigað oljutangarnar hjá landinum í Sørvági og í Søldafirði síðan seinast í 40-árunum. Felagið hevur hildið tangarnar viðlíka og dagført teir so hvørt. Landið hevur ongar útreiðslur havt av leigumálinum.

Árini 2006, 2007 og 2008 gav løgtingið landsstýrinum loyvi at selja tangarnar fyri tíggju milliónir krónur. Men tangarnir blivu ikki seldir, tá avtornaði.

Jørgen Niclasen svarar Fíggjarnevndini, at tangarnir vórðu ikki seldir, tí eingin loysn varð funnin, sum báðir partar, oljufelagið og landið, vóru nøgdir við. Sambært leigusáttmálanum skulu Landsverk og Effo samráðast um tangarnar, áðrenn landsstýrið kann taka endaliga avgerð um, hvat skal henda við teimum. 

Landsstýrið ætlar ikki at siga upp leigumálið við Effo, sum støðan er nú, men landsstýrismaðurin ætlar at taka málið upp aftur til viðgerðar, sigur hann við Fíggjarnevndina.

Spyrja eisini um Mjørkadal

Fíggjarnevndin spurdi eisini um gomlu ognirnar hjá verjuni í Mjørkadali, sum landið eigur nú.

Jørgen Niclasen svarar, at arbeiðsbólkur skal gera eina langtíðarætlan fyri ognirnar í Mjørkadali. 

Nøkur leigumál har eru galdandi í fimm ár. Tað merkir, at langtíðarætlanin fyri Mjørkadal ikki fær fullan virknað fyrr enn tey fimm árini eru farin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472