90 prosent atkvøddu fyri grundlógini í Sýrialandi

90 prosent atkvøddu fyri grundlógini í Sýrialandi
USA sigur, at fólkaatkvøðan í gjár var láturlig. Serfrøðingar vænta ikki, at hon var nakra ávirkan yvirhøvur á fólkaræðisligu skipanina í landinum

27.02.2012 - 16:21

Nærum 90 prosent av veljarunum atkvøddu fyri nýggju grundlógini í Sýrialandi, ið var til fólkaatkvøðu í gjár.

Innanríkisráðharrin í landinum sigur, at 57,4 prosent av teimum, sum høvdu vælrætt, vóru á vali, 89,4 prosent atkvøddu fyri lógaruppskotinum.

Andstøðan mælti til at boykotta valið, sum eitt nú USA hevur kallað láturligt.

Meðan fólkið í Sýrialandi skuldi á val, boða mannarættindafelagsskapir í landinum frá, at minst 34 sivilfólk doyðu í harðskapi í gjár. Harumframt doyðu 23 hermenn í skotbardøgum.

Andstøðan, sum í eitt ár hevur stríðst móti stýrinum hjá Assad, forseta, hevur boykottað valið, og kallar nýggju stýrisskipanina smyrsl.

Serfrøðingar í Evropa vænta heldur ikki, at valið í gjár fær nakra ávirkan yvirhøvur á fólkaræðisligu støðuna í Sýrialandi, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360