10 mánaðir í fongsul fyri harðskap

10 mánaðir í fongsul fyri harðskap
Ein maður er dømdur fyri at leggja á fimm politistar, sum skuldu taka ein annan mann í húsunum hjá nú dømda manninum í Havn
 
19.11.2014 - 07:58

Ein 45 ára gamal maður hevur fingið tíggju mánaða fongsulsrevsing fyri harðskap ella fyri at hótta við harðskapi.

Hann er eisini dømdur at rinda sakarkostnaðin. 

Maðurin er dømdur fyri at leggja á fimm politistar, sum skuldu taka ein annan mann í húsunum hjá nú dømda manninum  í Havn.

Maðurin er eisini dømdur fyri at hótta løgreglufólkini.

Kravdu 15 mánaðir

Ákæruvaldið kravdi í minsta lagi 15 mánaða fongsulsrevsing. Maðurin noktaði seg sekan í øllum ákærunum.

Maðurin varð tikin tann 14.oktober og hevur verið í varðhaldi síðani.

Tað telur við í dóminum hjá Føroya rætti, at 45 ára gamli maðurin varð royndarleysgivin, tá hann framdi lógarbrotini, hann nú er dømdur fyri.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928