Løgtingsformaðurin fær pening til kanningar

Løgtingsformaðurin fær pening til kanningar
Limir í Fíggjarnevndini mæla til at endurskoða heimildirnar, tá kanningar verða settar í verk
 
20.11.2014 - 10:05

Løgtingsformaðurin fær pengarnar, sum hann bað løgtingið um, til kanningarnar hjá løgtinginum.

Men tað er ikki uttan viðmerkingar frá Fíggjarnevndarlimum, bæði í samgongu og andstøðu, hóast øll Fíggjarnevndin mælir til at samtykkja uppskotið um eykajáttan.

Bill Justinussen í Miðflokkinum hevur undrast á, at útreiðslur til kanningarstjóra ikki kunnu ásetast, áðrenn kanningin verður sett í verk. Eftir galdandi skipan ásetir kanningarstjórin sjálvur prísin. Og løgtingið er bundið at gjalda, sama hvør játtanin er í fíggjarlógini.

Og tvey løgtingsfólk, meirilutin í Landsstýrismálanevndini, kunnu krevja kanningar, og løgtingsformaðurin kann ikki nokta.

Mælir til at endurskoða heimildarnar

Bill Justinussen mælir til at endurskoða heimildirnar hjá Landsstýrismálanevndini í stýriskipanarlógini. Hóast lítið hugaligt, verður mælt til at samtykkja uppskotið, sigur Bill Justinussen í álitinum hjá Fíggjarnevndini.

Kristina Háfoss í Tjóðveldi og Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen í Javnaðarflokkinum halda eisini, at neyðugt er at endurskoða, hvørjar treytir løgtingið og løgtingsformaðurin seta, tá kanningar verða settar í verk.

Eitt nú átti løgtingsformaðurin, sum setir kanningarstjórar, skjótast møguligt at lagt kostnaðarmeting og kostnaðarkarm fyri løgtingið.

Tey halda ikki, at Annfinn V. Hansen, sum var kanningarstjóri í okkurt um tveir mánaðir, átti at fingið pengar fyri sítt arbeiði. Serliga tí enn er einki gjørt fyri at staðfesta endaliga, um løgtingið er bundið av at rinda rokningina, 63.000 kr.  

Tey mæla tí at draga teir pengar frá eykajáttanini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985