Kinesiskt internet-hitt: Er hetta næsti "Gangnam Style"?

Kinesiskt internet-hitt: Er hetta næsti "Gangnam Style"?

Kinesiskt internet-hitt: Er hetta næsti "Gangnam Style"?
"Chick Chick" er heitið á nýggjum lagi, sum í løtuni er á veg til at venda cyberspace upp og niður. Kinesiska Wang Rong ýlir og dansar sum ein høna.
21.11.2014 - 00:45

Eftir at hava hoyrt og sæð sangin og videolagið "Chick Chick" hjá Wang Rong ber illa til at siga annað, enn sum mann sigur á góðum enskum: "WTF?"

 

Kinesiska Wang Rong er klár til at bergtaka internetið við "Chick Chick". PSY gjørdi tað í 2012 við sínum "Gangnam Style", ið hevur hyggjaramet á Youtube. Norska duoin Ylvis kom í fjør við "What Does the Fox Say?", og nú sær tað nokk út til, at vit koma til at dansa sum hønur á dansigólvunum komandi vetrarnæturnar.

 

Felags fyri hesar tríggjar sangirnar er, at teksturin onga meining gevur, og at ein eyðkendur, løgin og stuttligur dansur er afturat. Mann kann ikki kalla tekstin hjá Wang Rong nakað serliga poetiskan ella filosofiskan - hetta er innihaldið av tekstinum:

 

"Mamma høna, mamma høna", "Lítli høsnarungi, lítli høsnarungi", "Hani, Hani" og "Hvør stjól mítt høsnafóður?". Restin av tekstinum er bara djóragákan- og ýl.

 

Stórir miðlar, sum m.a. ABC-News, spáa "Chick Chick" at verða tann næsta "Gangnam Style". Á kinesiska svarinum til Youtube, "Youku", hevur lagið longu fingið milliónir hyggjarar, so nú er tað nokk bara ein spurningur um tíð, nær hetta verður ein landaplága í Føroyum.

 

Hvat heldur tú? Er hetta ein miseydnað roynd upp á at herma eftir PSY og Ylvis, ella fert tú at dansa til "Chick Chick", næstu ferð tú hoyrir hann í býnum?

 

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.

Les eisini

Playlistin: GIRL POWER

Playlistin: Róar Mørkøre Hansen

Gorillaz venda sterkt aftur