Søkja eftir stjóra til Ferðaráðið

Søkja eftir stjóra til Ferðaráðið
Stovnurin er undir Vinnumálaráðnum, men væntast kann, at raksturin verður samskipaður við annan stovn undir aðalráðnum

24.02.2012 - 15:33

Søkt verður nú eftir stjóra til endurstovnaða Ferðaráðið.

Ferðaráðið varð endurstovnað sambært løgtingslóg frá 26. mai í fjør, og hevur til endamáls at selja, marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðamannaland.

Ferðaráðið er stovnur undir Vinnumálaráðnum, og stjórin kann vænta, at raksturin av stovninum verður samskipaður við raksturin av øðrum stovni á økinum hjá Vinnumálaráðnum, verður sagt í lýsingini.

Umsøkjarar skulu hava hóskandi útbúgving, og útbúgving á kandidatstigi er ein fyrimunur. Eisini skal umsøkjarin hava royndir og ítøkiligt úrslit at vísa á innan sølu-og marknaðarføring, hava seljaralyndi og sterkari persónligar eginleikar.

Starvið sum stjóri á Ferðaráðnum er lønt ájavnt 37. lønarflokk hjá Tænastumonnum Landsins, men starvið er tó ikki tænastumannastarv. Eftirlønargjaldið er 15 prosent.

Umsóknarfreistin er 19. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391