Húsarhaldini brúka ov lítið og fiskiskapurin hilnast verri

Húsarhaldini brúka ov lítið og fiskiskapurin hilnast verri
Landsbankin sigur, at búskapurin stóð í stað í fjør, og útlitini fyri í ár eru ikki so bjørt, sum áður mett. Men næsta ár er ein framgongd at hóma

23.02.2012 - 10:39

Búskaparliga
afturgongdin í føroyska búskapinum í 2008 og 2009 varð í 2010 vend til  framgongd, men líkt er til, at føroyski búskapurin stóð í stað í
2011.

Tað sigur Landsbankin í nýggjastu frágreiðing síni, sum varð kunngjørd fyrrapartin.

Útlitini fyri 2012
eru ikki so bjørt, sum áður mett. Ein orsøk til hetta er, at føroysku húsarhaldini
eru varnari at økja um sína nýtslu, og botnfiskaveiðan við Føroyar fer at hilnast
heldur verri enn mett.

Landsbankin metir,
at BTÚ í ársins prísum í 2012 veksur við 2%. Tí er líkt til, at búskapurin
eisini í 2012 stendur í stað, verður lagt upp fyri vøkstrinum í
brúkaraprístalinum.

Ein  framgongd
er tó at hóma í 2013, og Landsbankin metir, at vøksturin í BTÚ í ársins prísum
verður 3% næsta ár.

Landsbankin sigur soleiðis í niðurstøðuni:

"Húsarhaldsnýtslan
er størsti posturin í endaligu nýtsluni. Tað hevur tí stóra ávirkan á
búskaparliga virksemið, um húsarhaldini broyta sín nýtsluatburð. Økja tey
nýtsluna, so veksur búskapurin eisini.

Hóast seinasta
treystikanningin vísir, at húsarhald eru vorðin meira svartskygd aftur, so metir
Landsbankin, at húsarhaldini fara at økja nakað um sína nýtslu í 2012 og 2013.
Orsøkin til hesa meting er, at føroysku húsarhaldini eru ikki so illa fyri
sammett við onnur lond. Eisini vilja tey spara minni upp (vaksa nýtsluna),
verður búskaparstøðan og útlitini meira støðug.

Eftirlýsa bygnaðarbroytingar

Búskaparvøksturin
bíðar eisini eftir myndugleikunum. Tað almenna eigur við bygnaðarligum
broytingum at fremja tiltøk, sum stuðla undir produktivitetsvøkstur, fyri harvið
at fáa búskaparvøkstur. Broytingarnar ella tiltøkini, sum vera sett í verk, eiga
í minst møguligan mun at skala eftirspurningin.

Felags fyri átøk,
sum kunnu fremja vøkstur, er, at tey taka tíð til tey virka. Skattaumleggingin
hjá landsstýrinum er eitt dømi. Ein umlegging av fiskivinnuni, sum fer betur við
fiskatilfeinginum og gevur betri lønsemi í fiskivinnuni er eitt annað.

Umleggingar innan fyri heilsuverkið, skúlaverkið og almannaverkið, sum geva betri
tænastu uttan at kosta meira, eru somuleiðis dømi. Fyrr tey verða sett í verk,
fyrr virka tey.

Tiltøk, sum minka hallið á fíggjarlógini skjótt uttan at skaða
eftirspurningin, eru kanska ikki so nógv, men tey finnast. Eitt dømi er royndin
í 2011 at útvega nýggjar inntøkur til landið fyri rættin at veiða
makrel," stendur í frágreiðingini frá Landsbankanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. mars
Morgunlestur mánadagur 2.mars 2026
204715
Sunnudag 1. mars
Bolero 01 mars 2026
204993
Sunnudag 1. mars
Ættirnar syngja og suða
204992
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204983
Leygardag 28. februar
TEMAPLÁTAN: 'Centerfield', John Fogerty, 1985
204756
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954