Talgild jólaroynd við føroyskari telduskipan

Talgild jólaroynd við føroyskari telduskipan
Næmingar á 8.flokki eru í hesum døgum til roynd í føroyskum, enskum og støddfrøði
 
01.12.2014 - 09:46

Í dag og næstu tríggjar dagarnar fara allir næmingarnir í 8. flokki til jólaroynd í føroyskum, donskum, enskum og støddfrøði. Hesa ferð eru royndirnar talgildar, og ein nýggj skipan verður nýtt.

Tað skrivar Skúlablaðið á heimasíðu sínari. 
 
Tað gekk ikki eftir vild, tá ið næmingarnir vóru til talgilda landsroynd í vár. Tá varð skipanin Dokeos nýtt, og servarin stóð í Kanada.  Men nú hevur Mentamálaráðið ment eina nýggja skipan, sum eitur Chamilo, og servarin stendur í Føroyum.

- Kanska fara vit at møta avbjóðingum, vit ikki kenna enn, tí skipanin er ikki roynd til fulnar, men ein munur er, at servarin nú stendur í Føroyum, og eisini hevur Elektron tikið ábyrgd fyri tí tekniska. So eg rokni við, at tað fer at ganga væl, sigur Ásbjørn Berthelsen, sum er lærari og kt-vørður í Skúlanum við Løkin. 

Hevur gingið væl 

Í skúlum við framhaldsdeild hava 8. flokkarnir havt høvi at royna nýggju talgildu skipanina. Ásbjørn Berthelsen sigur, at royndirnar í Skúlanum við Løkin hava eydnast væl, og at byrjunartrupulleikarnir, sum hava verið, nú eru burtur.

- Undanroyndin hjá okkum í tveimum 8. flokkum við til samans 56 næmingum gekk eftir ætlan, og so at siga eingir trupulleikar vóru. Einaferð steðgaði tað upp, men tað loystu vit við at dagføra síðuna. Hetta er kanska loysnin, um sambandið er ov ringt, sigur Ásbjørn Berthelsen, lærari og kt-vørður í Skúlanum við Løkin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527