Summar Festivalurin hevur kunngjørt Roxette sum høvuðsnavn

Nýggj mynd í samband við teirra verðinstúr
Summar Festivalurin hevur kunngjørt Roxette sum høvuðsnavn
Roxette, eitt av allar størstu poppnøvnunum nakrantíð, kemur til Føroya at spæla á Summar Festivalinum 2015.
03.12.2014 - 21:30

Heimskenda svenska duoin, Roxette, verður at hoyra á Summar Festivalinum 2015. Tað gjørdist greitt í beinleiðis sending á Rás 2 í dag, har Erik Biskopstø, fyrireikari, avdúkaði næsta árs høvuðsnavn.

Roxette áttu nærmast 90'ini, har tey lótu hitt eftir hitt frá sær. Duoin er mannað av Marie Fredriksson og Per Gessle, og hava tey selt fleiri enn 75 milliónir útgávur.

Tey hava smíðað saman hitt og oyrahangarar sum "It must have been love", "The look", "Joyride" og "Listen to you heart". Løg teirra hava eisini dúgliga verið spæld á føroysku útvarpsrásunum gjøgnum tíðirnar, so munnu Roxette ikki fara at klæða Vágsbøi heilt væl?

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.