Flogfarið sett: Snarljósið rakti tvær ferðir

Flogfarið sett: Snarljósið rakti tvær ferðir
Toran slerdi í gjár tvær ferðir niður í eitt flogfar hjá Atlantic Airways. Flogfarið er sett og sleppur ikki á flog fyribils
Eitt Airbus flogfar hjá Atlantic Airways er sett og sleppur ikki á flog aftur fyrr enn onkrir deilir eru skiftir, eftir at snarljósið rakti flogfarið tvær ferðir leygardagin
 
07.12.2014 - 11:21

Ferðafólkini umborð á einum Airbus flogfari, ið kom úr Keypmannahavn seinnapartin leygardagin, fingu ein hvøkk, júst sum flogfarið skuldi lenda í Vágum.

SÍ EISINI Eg helt okkara seinasta løta var komin

Tá flogfarið byrjaði innflúgvingina í Vágar, slerdi snarljósið niður í flogfarið hjá Atlantic Airways. Flogfarið varð kannað leygarkvøldið, og sleppur ikki á flog aftur í dag.

- Tað er vanlig mannagongd, at flogfør verða sett, eftir at tey eru rakt av snarljósinum, sigur William Smith, tekniskur leiðari hjá Atlantic Airways.

Flogførini tola at verða rakt

Hóast tað kann tykjast ógvusligt hjá teimum, ið eru við einum flogfari, ið verður rakt av snarljósinum, er tað ikki so vandamikið, sum tað kann tykjast, soleiðis sum ferðafólkini uppliva tað.

- Flogførini eru bygd til at tola, at toran slær niður í tey, so tað er eingin vandi á ferð, sigur tekniski leiðarin hjá Atlantic Airways, William Smith við útvarpið.

Onkrir deilir eru bílagdir úr Týsklandi, og tá teir deilirnir eru skiftir, kann flogfarið aftur fara í regluliga flúgving. Seinast, snarljósið rakti eitt flogfar hjá Atlantic Airways, var í 2008.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576