Kapping við Atlantsflog skal lækka prísin

Kapping við Atlantsflog skal lækka prísin
Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur ongar ætlanir um at taka politisk stig, sum skulu lækka ferðaseðlaprísin loftvegis. Hann bíðar eftir, at Atlantsflog fær kapping

13.02.2012 - 16:16

Fyribils verða ongi politisk tiltøk sett í verk at fáa prísin á flogferðaseðlum millum Føroyar og umheimin at lækka.

Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, við Sosialin.

Hann vónar, at okkurt flogfelag fer at kappast við Atlantsflog, og at kappingin fer at trýsta prísin niðureftir.

- Kemur einki annað flogfelag, ella lækka prísinir ikki, hóast eitt annað flogfelag eisini fer at flúgva, kann málið takast uppaftur, sigur Johan Dahl við Sosialin.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum eisini varðar av Atlantsflogi, sigur, at fríu marknaðarkreftirnar eiga at sleppa at royna seg í fyrstu atløgu, áðrenn nøkur politisk stig verða tikin. Men hann heldur fast við, at verður eingin kapping, og prísirnir ikki lækka, eigur landskassin at keypa einskilda triðingin av Atlantsflogi aftur, so politiski myndugleikin kann fáa ávirkan á prísin.

Johan Dahl heldur ikki, at avgjøldini á ferðaseðlunum eru so høg. Hann sigur, at avgjaldið til flogvøllin, sum er 185 krónur av hvørjum ferðaseðli, er prísurin fyri, at flogvøllurin varð yvirtikin.

Ferðaavgjaldið, sum er 120 krónur, fer beinleiðis í landskassan.

Johan Dahl sigur, at skulu avgjøldini takast av, skulu tey á fíggjarlógina, og tað eru ongar ætlanir um í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572