Klumma: Jólini eru hjartanna høgtíð

Frá vinstru: Ronja, Karl Vilhelm, Tór Marni og Torkil.
Klumma: Jólini eru hjartanna høgtíð
Tór Marni Weihe hevur skrivað klummu um jólini
17.12.2014 - 19:00

Eg haldi jólini vera fantastisk. Tey lívga og lýsa upp í eini kaldari og myrkari tíð, geva okkum stundir at vera saman við teimum, vit eru góð við. Tey eru merkt av einum boðskapi um kærleika, hjálpsemi og tað góða, sum vit menniskju kunnu útrætta. Men fyri summi eru jólini ikki ein gleðilig høgtíð. Og tey mugu vit ikki gloyma.

 


Jólini eru nakað heilt serstakt. Ódnir leika vanliga í um hetta mundið, og kavi og kuldi noyða okkum í heitari klæðir og góðar skógvar, skulu vit ikki frysta nøsina av ella bróta okkum sundur í lumpisliga svartakálkinum, ið hevur breitt seg útyvir vegir, skarð og gøtur kring landið. Ein ótespilig tíð ársins tíð, ið vit hava allar orsøkir og grundir til at hata og ynskja har piparið grør.

 

Á jólum hava vit stundir at vera saman við teimum, vit eru góð við

Men kortini eru jólini nakað, ið flest øll gleða seg til. Hevur onkur orðið jól á tungu, so rennur beinanvegin fram fyri okkum ein mynd úr eini hugnaligari stovu. Livandi ljós kasta eitt hugnaligt og lívgandi sker út í rúmið, har smábørn sita og klippa jólavættrar og einglar út, og hugna sær óført. Úr køkinum breiður ein angi av nýbakaðum piparkøkum seg, og í eini grýtu á komfýrinum smákókar jólagløggið, hvørs eyðkenda smakk og fløvandi kenslu ein temunnur ongantíð fer at kunna eftirlíkna.

 


Á jólum hava vit stundir at vera saman við teimum, vit eru góð við. Hóast náttúran ger tað, hon er ment, at gera okkum lívið svárt, so hava vit tikið eina avgerð um, at jólatíðin skal vera hugnalig og gevandi, og allastaðni í samfelagnum verður nógv gjørt burturúr at spjaða gleði og treysti. 

 

Eiga at læra umsorgan og miskunn frá barnsbeini av
Jólini eru ein kristin høgtíð, og gleðiboðskapurin um føðing Jesu er eisini í miðdeplinum um jólini. Kirkjur og samkomur hava úr at gera á jólum, og átrúnaðarligir felagsskapir av ymiskum slag – Frelsunarherurin og KFUK, fyri at nevna tveir – gera nógv burtúr á at gleða fólk á jólum. Túsund takk fyri tað, tit gera eitt megnar arbeiði! Boðskapin um næstrakærleika og ein nýggjan møguleika, eiga vit øll at kunna taka undir við, og hóast eg sjálvur ikki geri so nógv burturúr tí átrúnaðarliga á jólum, so verið eg altíð glaður, tá ið eg síggi hundratals smábørn úr dagstovnum og skúlum fara leiðandi í jólaguðstænastu og eg havi eisini seinastu mongu árini lisið upp jólaevangelii fyri familjuni jólaaftan, tí at umsorgan og miskunn eru virðir, ið vit øll eiga at læra frá barnsbeini av.

 

Tað materiella fyllir ov nógv
Tíverri, so eru jólini eftir mínum tykki broytt nakað seinastu árini. Tann materielli parturin av jólunum er farin at fylla meiri og meiri, og nú byrja jólini longu í novembur, tá ið handlar og fyritøkur byrja at pynta handilsgluggarnar og bjóða serlig tilboð í samband við jólini. Gávurnar fylla eisini eftir mínum tykki ov nógv um jólini, tí, at hóast jólini eru gott høvi at læra børn síni um gleðina við at geva, so er tað ein sannroynd, at fyri nógv, eru jólini av tí sama vorðin ein tíð, ið tey ikki gleða seg til. Boðskapurin um kærleika og hugnaligu samkomurnar við familju, vinum og kenningum verða skúgvað í bakgrundina, meðan strongd og stúran um fíggjarstøðuna skugga fyri tí, sum átti at verið í miðdeplinum á jólum. Í menniskjum góður tokki, sum á allar mátar er eitt fantastiskt og hjartanemandi átak, er sjónligasta dømi um, at jólini hava broytt týdning fyri nógv. At børn skulu stúra fyri og óttast at fara í skúla aftur eftir jólaferiuna, tí at tey ikki hava fingið síðsta skríggið innan teldu- ella telefontøkni og verða beinleiðis ella óbeinleiðis happað av hesi orsøk, sker meg í hjarta, og er eftir mínum tykki í andsøgn við alt, sum vit vanliga leggja í jólini. 

 


Tað sømir seg ikki, at jólini sum er ein høgtíð, har ið vit øll – kristin ella ikki – eiga at vera meiri tilvitað enn vanligt um, at taka okkum av teimum í samfelagnum, ið hava tað trupult av ymiskum orsøkum. 

 


Lat okkum leggja orðini, ið vit lesa í orðatøkum Sálomons í geyma, og stuðla og hjálpa, har vit kunnu.

 


Lat upp munn tín fyri hin málleysa, fyri sak alra teirra, sum neyðstødd eru. Lat upp munn tín og døm við rættvísi, lat armingan og hin fátæka fáa sín rætt”. Orðatøkini 31:8-9

 


Øllum, ið á ymsan hátt nýta síni jól at gleða og varta upp onnur, hava eg og flest onnur ómetaliga stóra virðing fyri, og eg eri teimum takksamur. Í sínum starvi á Sjúkraflutningstænstuni hevur pápi mín ofta verið burtur á jólum, so eg kenni til tað offur, ið fólk kring alt landið gera, til tess at halda okkum onnur trygg, og halda samfelagshjólunum malandi. Tøkk fái tit fyri tað!

 


Um jólini gleðast vit. Lat okkum í ár nýta jólini at hugna okkum saman við familju, vinum ella kenningum. Lat okkum ikki ovbyrða okkum sjálvi við jólahátíðarhaldinum, mongu borðhaldunum og tiltøkunum av ymiskum slag, og lat okkum heldur ikki at lata tað materiella og handilsliga fylla ov nógv á jólum. Jólini eru meiri enn bert gávur, pynt karamellur og dunnusteik.

 


Jólini snúgva seg um gleði og kærleika – til okkara familju og næsta. Jólini eru hjartanna høgtíð.

 


Gleðilig jól øll somul.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.