Sjónleikarin Kjartan Hansen í Vangamyndini

Sjónleikarin Kjartan Hansen í Vangamyndini
Kjartan hevur m.a. verið á skeiði hjá einum av fremstu lærarunum í klovnaleiki, og burtur úr tí kom Terry´sa saga.
Mynd: Savnsmynd  
 
19.12.2014 - 10:53

Ein tann mest gávuríki sjónleikarin, vit eiga, er Kjartan Hansen. Hann situr ikki og bíðar eftir, at onkur stingur honum eitt leikrit upp í hondina. Skal tað til, skapar hann sjálvur leikin, og tað kann gerast á sjálvum pallinum framman fyri áskoðarunum.

Tað hevur Kjartan m.a. gjørt við Terry´sa saga, har hann sum klovnurin Terry brúkar frásagnir í Føroyingasøgu. Frásagnirnar setir inn í eitt heldur skeivt, men nærverandi perspektiv. Leikin hevur hann spælt fyri fullum húsum, og áskoðararnir eru vorðnir upplivilsið ríkari.

Commedia dell Arte

Nú kann tað ljóða lítisvert at spæla klovn, men í leiklistini er Commedia dell Arte høgt mett, og sjónleikarar fara fegnir á skeið hjá høgt metta læraranum Mario Gonzales at læra hesa serligu leiklist. Mario Gonzales er úr Guatemala og lærari á sjónleikaraskúlanum í Paris. Honum hevur Kjartan verið á skeiði hjá og Mario Gonzales hevur leikstjórnað Terry´sa saga.

Partur av leiklistini er eisini skorturin. Hann verður brúktur í leikinum Hamskifti, har Kjartan broytir andlitið við vátum leiri, so tað gerst ein livandi installatión.

Kjartan Hansen hevur útbúgving sína frá sjónleikaraskúlanum í Luleå í Svøríki og arbeiðir sum fríyrkisleikari. Saman við øðrum hevur hann stovnað leikbólkin Det Ferøsche Compagnie og fyrsti leikurin í hesum høpi var Indberetninger fra en rejse i Færø.

Bogi Godtfred tosar við Kjartan Hansen um leiklist og onkrar av hansara ætlanum komandi árið.

Vangamyndin eftir Dag og Viku kl. 19

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. februar
Veðrið
203673
Týsdag 3. februar
Stjørnan í fyrsta parti
203635
Týsdag 3. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203632
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608