Visjónin fyri 2015

Visjónin fyri 2015
Hósdagin skulu Føroyar verða millum heimsins besta lond at búgva í. Tað var visjónin hjá landsstýrinum í 2007.
29.12.2014 - 19:38

Í 2007 var ambitiøsa frágreiðingin um Visjón 2015 handa landsstýrinum. 130 fólk í 13 visjónsbólkum høvdu skrivað 250 blasíður. Álitið kostaði fleiri hundrað túsund krónur.

Nógv átøk eru ikki sett í verk. Føroyar eru ikki limur í EFTA ella WTO. Formligu viðurskiftini við danska ríkið, sum var størsta forðingin fyri at Føroyar kunnu luttaka á jøvnum føti við onnur lond, sum Visjónin metti, eru at kalla óbroytt.Vit dálka ikki so lítið sum ætlað, vit hava onga sendistovu í USA og Sveis ella konsulát í Grønlandi. Atlantsflog og Føroya Tele eru ikki einskild. Tað eru ikki sjey kommunur í Føroyum. Nólsoyingar hava ikki fingið nýggja farleið, og sjómannafrádrátturin er ikki avtikin.

Flugubein kann setast við nøkur av málunum: Tað eru fleiri lesandi, kortini ikki so nógv, sum visjónin ætlaði, granskingin hevur nú betri sømdir, kortini ikki so góðar, sum visjónin ætlaði, ferðavinnan hevur størri umsetning, og samferðslukervið skal nú mennast við tveimum undirsjóvartunlum.

Ársskiftið nærkast, hósdagin skriva vit 2015. Í skuffunum í Tinganesi er átta ára gamla fráðgreingin um Føroyar í 2015 – landið, sum skuldi verða millum heimsins bestu lond at búgva í.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423