Tannáringar í Føroyum roykja illa

Tannáringar í Føroyum roykja illa
Fólkaheilsuráðið heldur, at um foreldrini roykja, fara børnini eisini at roykja
270 fólk vilja leggja roykingina á hillina við hjálp frá smsskipanini hjá Fólkaheilsuráðnum
Mynd: Savnsmynd  
 
02.01.2015 - 12:00

270 roykjarar, sum hava sett sær fyri at leggja av í ár, hava boðað Fólkaheilsuráðnum frá, at tey eru við í átakinum ”Kom og legg av 2015”. 
Fólkaheilsuráðið boðar frá, at átakið er ikki nakað nýggjárslyfti sum so, tí til ber at koma upp í átakið alt árið.  
Royndirnar í 2013 og 2014 vísa, at nógv koma við í januar.
”Kom og legg av 2015” er skipað soleiðis, at roykjarar javnan í tveir mánaðir fáa stimbrandi sms-boð, stuttar, hjálpandi boðskapir, sum stuðla teimum í at halda fast við avgerðina um at leggja av. 
Sms-boðini eru ókeypis.
Hesin háttur er royndur uttanlands við góðum úrslitum, sigur Fólkaheilsuráðið.
Sambært Fólkaheilsuráðnum og Gallup roykir fimti hvør vaksni føroyingur hvønn dag.  
Og børnini roykja nærum líka illa sum foreldrini. 
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur gjørt kanningar í nógv ár. Tær vísa, at næstan ein fimtingur av teimum 15 ára gomlu í Føroyum siga seg roykja dagliga.
Fólkaheilsuráðið veit ikki, hví so nógvir tannáringar í Føroyum fara at roykja. Men fyrimyndir hava heilt víst týdning, millum annað, at tey ungu síggja foreldrini roykja.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730