Ikki samd um nýggjar sáttmálar

Ikki samd um nýggjar sáttmálar
Semja fekst ikki í gjár um nýggjar sáttmálar til limirnar hjá Starvsmannafelagnum, ið arbeiða hjá Posta og Føroya Tele
Enn er ikki semja ikki funnin um nýggjar sáttmálar til starvsfólkini hjá Starvsmannafelagnum, ið arbeiða hjá Posta og Føroya Tele. Partarnir hittast aftur týsdagin
 
09.01.2015 - 12:22

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið blivu ikki samd á samráðingarfundinum í gjár um nýggjar sáttmálar um limirnar hjá Starvsmannafelagnum, sum arbeiða hjá Posta og Føroya Tele.

Partarnir handaðu hvørjum øðrum sáttmálakrøvini síðst í november, og nakrir fundir vóru fyri jól. Miðað varð eftir at fáa samráðingarnar lidnar fyri jól, men tað eydnaðist ikki.

Báðir sáttmálarnir vóru galdandi til 1. januar, men arbeitt verður eftir teimum, so leingi samráðingar eru. Partarnir hittast aftur týsdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815