Jákup Mikkelsen verður verandi í Fiskimálaráðnum

Jákup Mikkelsen verður verandi í Fiskimálaráðnum
Løgmaður sigur, at hann hevur einki at finnast at embætisførsluni hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Støða verður tikin í hvørjum máli sær, sigur Kaj Leo Holm Johannesen

02.02.2012 - 09:11

Hóast Føroyar lata Russlandi makrel  aftur fyri tosk í Barentshavinum, heldur Fiskimálaráðið ikki, at makrelurin er óloysiliga knýttur at samráðingunum um fiskirættindi í Barentshavinum.

Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevði ikki ábyrgdina av samráðingunum við Russland um toskakvotu í Barentshavinum í 2012.

Landsstýrismaðurin segði sjálvur, at hann var ógegnigur, tí svágur hansara hevur trý av fimm fiskiloyvum í Barentshavinum.

Men Jákup Mikkelsen metir seg ikki vera ógegnigan at hava ábyrgdina av makrelsamráðingunum.

Og løgmaður hevur onga ætlan um lata onkran annan loysa Jákup Mikkelsen av í Fiskimálaráðnum.

- Eg havi einki at finnast at viðvíkjandi embætisførsluni hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Og eg haldi ikki - sum støðan er nú - at nakað er til hindurs fyri, at hann heldur fram í embæti sínum.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í svari til  fyrispurning frá Kristini Michelsen, løgtingsmanni.

Javnaðartingmaðurin spurdi løgmann um gegnisviðurskiftini hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Jákup Mikkelsen er svágur Hanus Hansen, sum hevur áhugamál í flestum skipabólkum.

Løgmaður vísir á, at hann hevur fingið ein lista við málum, har landsstýrismaðurin sigur seg vera ógegnigan. Og annars verður støða tikin til gegnið frá máli til mál, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Hann vil ikki taka støðu til spurningin um gegnið, tá ið ræður um makrelin og Barentshavið, men vísir til Fiskimálaráðið: Har sigur løgfrøðin, at eingin gengnistrupulleiki er viðvíkjandi makrelinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360