Strandfaraskipini sigla helst aftur í kvøld

Strandfaraskipini sigla helst aftur í kvøld
Skipini hjá Strandferðsluni, ið vórðu løgd fyri veður fyrrapartin, sigla væntandi aftur seinni í kvøld, upplýsir Strandferðslan
Strandfaraskipini taka væntandi siglingina uppaftur seinni í kvøld, og Bygdaleiðir taka koyringina uppaftur út á seinnapartin, upplýsir Strandferðslan
 
12.01.2015 - 15:15

<p>- Tað er eitt sindur óvist, tí tað er nógvur vindur enn, men væntandi fáa vit skipini aftur í sigling seinni í kvøld, sigur Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni.</p>

<p>Hann væntar, at Sam siglir fyrsta túrin klokkan 18:30 í kvøld, og at hini skipini hjá Strandferðsluni eisini taka siglingina uppaftur seinni í kvøld, tá veðrið er batnað.</p>

<p>Ferðslusamskiparin hjá Strandferðsluni væntar, at leið 100 og 300 hjá Bygdaleiðum byrja koyringina aftur um ein slakan tíma ella so, segði hann við útvarpið klokkan 15.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985