Meira útgoldið í lønum til menn enn kvinnur

Meira útgoldið í lønum til menn enn kvinnur
Menninir á arbeiðsmarknaðinum fingu nógv størsta partin av tí, sum lønirnar vuksu í fjør - sammett við 2013
412 mió. kr. meira vórðu rindaðar í lønum í Føroyum í 2014. Menn fingu 319 milliónir meira, og kvinnur fingu 93 milliónir meira
 
13.01.2015 - 08:06

412 mió. kr. meira vórðu rindaðar í lønum í Føroyum í fjør. Menn fingu 319 milliónir meira, og kvinnur fingu 93 milliónir meira. Hetta var ikki gamalt. Sambært Hagstovuni fingu bæði kynini líka stóran lut í lønarvøkstrinum árini 2004-2007.

Tá afturgongdin byrjaði í 2008, minkaðu lønirnar hjá monnum, men hjá kvinnum stóð í stað. Seinnu árini hevur vøksturin aftur verið javnur, men í fjør áttu menninir tó størri lut í vøkstrinum.

Orsøkin er, at størsti lønarvøksturin var í vinnugreinum, har næstan bara menn arbeiða. Lønir, sum føroyingar fáa uttanlands, eru ikki við í tølunum, sum Hagstovan kunngjørdi í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815