Her er nýggja forsíðan á Charlie Hebdo

Her er nýggja forsíðan á Charlie Hebdo
Tá franska satirublaðið, Charlie Hebdo, kemur út aftur mikudagin, verður blaðið eisini til keyps í Danmark. Upplagið er nú tríggjar milliónir
Soleiðis sær forsíðan út á franska satirublaðnum, Charlie Hebdo, sum nú eisini kemur út í Danmark, tá blaðið kemur í handlarnar í morgin
Mynd: Charlie Hebdo  
 
13.01.2015 - 12:52

Tað hevur ljóðað, at franska satirublaðið, ið var fyri yvirgangi mikudagin í seinastu viku, eisini kemur út í Danmark, og hetta er nú váttað.

- Vit hava bílagt 300 eintøk, som vit rokna við koma í handlarnar hósdagin ella fríggjadagin, sigur Christian Lanng, stjóri í Bladkompagniet, ið stendur fyri útgávuni í Danmark, við Berlingske.

Væntandi fer blaðið at kosta 40-50 krónur í Danmark, sigur Christian Lanng. Verður blaðið útselt í Danmark, verða fleiri eintøk bíløgd úr Fraklandi.

Upplagið víðkað munandi

Áðrenn yvirgangsatsóknina mikudagin í seinastu viku, var satirublaðið, Charlie Hebdo, prentað í 60.000 eintøkum. Tá blaðið kemur út í morgin, verður upplagið met stórt.

Fyrispurningurin eftir blaðnum er nú so stórur, at blaðið í morgin verður prentað í trimum milliónum eintøkum á 16 ymiskum málum, skrivar danski netmiðilin, MediaWatch.

Í tekstinum omanfyri á forsíðuni á nýggju útgávuni stendur "Alt er fyrigivið" og á skeltinum, teknaði maðurin á tekningini heldur í hondunum, stendur "Eg eri Charlie."

Fyrsta blaðið eftir yvirgangsatsókninina verður kortini skert í síðutølum. Meðan blaðið vanliga hevur verið 16 síður, verður blaðið bert átta síður, tá tað kemur í handlarnar seinni í vikuni.

Tilsamans vórðu 17 fólk myrd í Fraklandi í seinastu viku. 10 blaðfólk, trý løgreglufólk og fýra gíslar, tá yvirgangsmenninir vórðu dripnir fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377