Fleiri fólk tilknýti til yvirgangsatsóknir

Fleiri fólk tilknýti til yvirgangsatsóknir
Seks fólk aftrat kunnu hava havt tilknýti til yvirgangsatsóknirnar í Fraklandi, og tey eru ikki tikin enn, sigur løgreglan í Fraklandi
Øll fólkini, ið stóðu fyri yvirgangsatsóknini á franska blaðið, Charlie Hebdo, eru ikki handtikin enn, sigur franska løgreglan sambært tíðindastovuni, AFP
Mynd: AP  
 
13.01.2015 - 16:13

Franska løgreglan upplýsir fyri tíðindastovuni, AFP, at eitt av fólkunum er sætt í einum bili, sum er skrásettur í navninum hjá unnustuni hjá manninum sum tók gíðslar í jødiska handlinum.

Løgreglan hevur alla tíðina sagt, at áloipini ikki vóru gjørlig um ikki fleiri vóru við. Tí hevur bæði løgreglan og herurin fingið boð um at verða á varðhaldi nógvastaðni í Fraklandi.

Franski forsætisráðharrin, Manuel Valls, segði fleiri ferðir í gjár, at Frakland framvegis er hótt, og tí verður hildið fram við at jagstra fólk sum eru undir illgruna fyri at hava ætlanir um yvirgang.

Leita eftir fólkum sum framleiddu film

Eftir atsóknirnar er komið fram, at brøðurnir, sum lupu á blaðið, hava tilknýti til al-Queda, og maðurin, sum tók gíðslar í jødiska handlinum, hevur sagt seg stríðast fyri Islamska Statin.

Franska løgreglan leitar nú eftir fólki sum hava gjørt filmin, eftir at teir tríggir menninir vórðu dripnir. Ein franskur ríkisborgari er tikin í Bulgaria. Hann var á veg til Sýria, og hann hevur samskift við brøðurnar sum framdu yvirgangin.

Hann varð eftirlýstur, tí hann hevði tikið eitt trý ára gamalt barn við sær, sum hann ætlaði skuldi vaksa upp í Islamska Statinum. 29 ára gamli maðurin kemur fyri rættin, og verður revsaður fyri at hava havt ætlanir um yvirgang, siga myndugleikarnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. mars
Vikuskiftið 6 mars 2026
205251
Fríggjadag 6. mars
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
205241
Fríggjadag 6. mars
Beinleiðis úr Studio 5: Crowberry Band
205187
Fríggjadag 6. mars
Morgunlestur fríggjadagur 6.mars 2026
204720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173