TB og Dráttur í steypafinaluni

TB og Dráttur í steypafinaluni
TB og Dráttur spældu seg í dag í steypafinaluna í flogbólti hjá kvinnum.
TB verður annað liðið í finaluni. Her hava tær júst vunnið 3-2 á Fleyr
Mynd: Leivur Frederiksen  
 
17.01.2015 - 18:45

Nú er greitt, at tað verða TB og Dráttur, sum spæla steypafinaluna í flogbólti hjá kvinnum.

Báðar hálvfinalurnar vórðu spældar í ítróttarhøllini á Sandi í dag.

TB vann 3-2 á Fleyr, eftir at tær høvdu verið aftanfyri 0-2.

TB - Fleyr 3-2 (20-25, 16-25, 25-18, 25-11 og 15-11)

 

Dráttur skal spæla ímóti TB í finaluni.

Dráttur vann 3-1 á KÍF í hálvfinaluni. Dráttur vann tey bæði fyrstu settini, men so svaraði KÍF aftur.

Í fjórða setti var tó eingin ivi um, hvør fór at vinna. Dráttur legði hart út og var eitt skifti á odda 19-11. Fjórða settið endaði 25-18 til Drátt.

Dráttur - KÍF 3-1 (25-18, 25-16, 21-25, 25-18)

 

Finalan millum TB og Drátt verður spæld í Havn tann 14.februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979