Thorning setir ES fram um ríkisfelagsskapin

Thorning setir ES fram um ríkisfelagsskapin
Søren Espersen í Danska Fólkaflokkinum heldur, at danska stjórnin hjálpir írskum og skotskum fiskimonnum at geva føroyingum ein frammaná í makrelmálinum

30.01.2012 - 10:42

Danski Fólkaflokkurin fer undir ongum umstøðum at góðtaka, at Danmark trumlar Føroyar niður, og harvið setir ES fram um ríkisfelagsskapin.

Tað sigur framsøgumaðurin í føroyskum viðurskiftum hjá Danska Fólkaflokkinum, Søren Espersen, í einum tíðindaskrivi um ætlaðu ES-tiltøkini móti Føroyum, í sambandi við makrelósemjuna.

- Tað er andstyggiligt, at Helle Thorning-Schmidt og stjórn hennara nú fø fáa okkum í eina støðu, at Danmark við ES-formansskapinum skal seta í verk tiltøk móti Føroyum. Við hesum hjálpa vit írskum og skotskum fiskimonnum at geva føroyingum ein frammaná, sigur Søren Espersen.

Í tíðindaskrivinum hevur Søren Espersen eisini eitt prik til annan føroyska fólkatingslimin.

- Spennandi verður at síggja, hvørt Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, framhaldandi verður parlamentariska grundarlagið undir reyðu stjórnini hjá Helle Thorning-Schmidt, um hon á henda hátt verður við til at syndra føroyskan búskap, sigur framsøgumaðurin hjá Danska Fólkaflokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117