Makrelurin: Royna eitt samráðingarumfar afturat

Makrelurin: Royna eitt samráðingarumfar afturat
Heldur ikki hesaferð spurdist nakað burtur úr samráðingunum, men strandalondini hava avtalað at hittast aftur í Reykjavík í februar

27.01.2012 - 14:38

Makrelsamráðingarnar í Bergen hesa vikuna millum strandarlondini ES, Føroyar, Ísland og Noreg góvu einki úrslit.

Samráðinngarnar vístu, at enn er langt millum partarnar. Tað, sum skilir, er spurningurin um, hvussu heildarkvotan av makreli skal býtast millum londini.

Strandalondini hava kortini avtalað at hittast aftur til enn eitt samráðingarumfar, sum verður í Reykjavík frá 14. til 16. februar, upplýsir Fiskimálaráðið.

Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður, sigur, at tað hevur stóran týdning, at Føroyar framhaldandi verja síni rættindi og krøv í makrelmálinum. Samstundis ásannar landsstýrismaðurin, at dentur verður lagdur á at finna semjur, tí í longdini tæna tær øllum pørtum best, sigur Jákup Mikkelsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928