Johan Dahl vil hava frágreiðing frá SEV

Johan Dahl vil hava frágreiðing frá SEV
Landsstýrismaðurin góðtekur ikki, at vit sum oyggjasamfelag noyðast at læra at liva við afturvendandi streymslitum
 
25.01.2015 - 10:45

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, biður nú SEV um eina frágreiðing um mongu streymslitini í ár.

Í brævi, sum er sent til stýrisformannin í SEV og til kommunurnar, og sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, sigur landsstýrismaðurin, at "útsagnir hjá umboðum fyri SEV í miðlunum bera brá av eini áskoðan um, at vit sum oyggjasamfelag mugu læra okkum at liva við slíkum afturvendandi streymslitum. 

Slíkum áskoðanum taki eg als ikki undir við, og vil ikki góðtaka, um hetta er støðan hjá SEV og eigarunum til hetta álvarsmál," skrivar Johan Dahl.

Landsstýrismaðurin vil eisini hava eina frágreiðing frá SEV, og skrivar:

"Sum landsstýrismaður í orku-og elveitingarmálum skal eg biðja um frágreiðing um mongu streymslitini seinasta mánaðin, og hvat verður gjørt fyri at fyribyrgja hesum framyvir.

Johan Dahl vil eisini hava SEV at senda myndugleikanum á økinum, Jarðfeingi, frágreiðing, um streymslit verður í framtíðini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025