Ókeypis orðabøkur væl móttiknar

Ókeypis orðabøkur væl móttiknar
Tvífalt so nógv fólk brúka orðabøkurnar hjá Sprotanum, nú orðabøkurnar eru ókeypis. Tey flestu brúka donsku-føroysku orðabókina
Tvífalt so nógv fólk brúka nú orðabøkurnar hjá Sprotanum, eftir at orðabøkurnar vórðu ókeypis frá 16. januar
Mynd: Skíggjamynd/kvf.fo  
 
27.01.2015 - 11:25

Fyrstu vikuna, orðabøkurnar hjá Sprotanum vóru ókeypis at brúka, nýttu 14.568 fólk høvið, sigur Jonhard Mikkelsen, stjóri í Sprotanum, ið eigur og rekur orðabøkurnar, við kvf.fo.

Umleið 2.000 fólk leitaðu í orðabókunum hjá Sprotanum, áðrenn orðabøkurnar vóru ókeypis hjá fólki at brúka. Talið er tvífaldað, og nú brúka 4.000 fólk orðabøkurnar hvønn dag.

Greinin heldur fram niðanfyri

 

Danskt-føroyskt tann best umtókta

Tann nógv mest brúkta orðabókin, síðan tær vórðu ókeypis, er danskt-føroyskt. Síðan kemur føroyskt-føroyskt orðabókin, og henni á baki enskt-føroyskt. Síðan er eitt týðiligt glopp niður til hinar.

Meginparturin av fólkunum, ið leita í orðabókunum, búgva í Føroyum. 90 prosent av teimum, ið sláa orð upp í orðabókunum, búgva í Føroyum, sigur stjórin í Sprotanum.

Restin av fólkunum, ið brúka orðabøkurnar á sprotin.fo, búgva í øðrum londum, sum til dømis í Kolumbia, Avstralia, Fraklandi, Turkalandi og Kekkia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008