Býarbókasavnið: Siðbundin bókaútlán minka

Býarbókasavnið: Siðbundin bókaútlán minka
Alsamt fleiri læna nú e-bøkur, ljóðbøkur, filmar og annað á netinum
 
29.01.2015 - 11:49

Árið í fjør hilnaðist væl hjá Býarbókasavninum í Havn. Talið av vitjanum er tað hægsta nakrantíð, og fleiri lántu bøkur, enn fyrr. Tað vísir ársfrágreiðingini hjá býarbókasavninum.

Men talið av siðbundnum bókaútlánum hevur verið lækkandi síðstu árini. Hetta er ein gongd, sum eisini sæst í øðrum londum, og sum ber boð um, at bókasavnsvanarnir eru í broyting.

Samstundis er talið av teimum, sum læntu tilfar í fjør vaksið við 12 prosentum. Ein orsøk er helst, at Býarbókasavnið í fjør-vár fór undir at læna út e-bøkur, ljóðbøkur, filmar og annað tilfar á netinum.

Mentanartænastur

Býarbókasavninum bjóðaði í fjør fram fleiri mentanartænastur. Eitt nú vóru rithøvundatiltøk við upplestri og samrøðum, lesiringakvøld við 4-6 lesiringum hvørja ferð, skapandi tiltøk fyri bæði børn og vaksin, listaframsýningar við føroyskum listafólkum, bindikaféir við fyrilestrum, umframt smærri bókaframsýningar og útgávutiltøk.

Í fjør vóru um 119.000 skrásettar vitjanir, - ella umleið 400 um dagin. Sambært frágreiðingini, er talið av vitjandi støðugt verið vaksandi, síðan hæddin út móti gongugøtuni varð tikin í nýtslu sum partur av Býarbókasavninum í 2011.

Býarbókasavnið samstarvar við tey 11 skúlabókasøvnini í Tórshavnar kommunu um bókasavnstænastu. Skúlabókasøvnini hava í fleiri ár havt vøkstur í útlánstalinum samanlagt, og soleiðis varð eisini í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885