- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mánadagin fellur dómur í grannskoðaramálinum

Dómur fellur mánadagin í sonevnda grannskoðaramálinum. Rættarfundir hava verið í Føroya Rætti síðan mánadagin, og síðsti rættarfundur er í dag í sonevnda grannskoðaramálinum.

Tríggir av grannskoðarunum, sum mistu løggildingina, hava stevnt løgmanni, við kravi um, at avgerðin hjá honum at taka løggildingina aftur, verður ógildað.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, staðfesti tann 21. februar í 2012 avgerðina hjá Skráseting Føroya um at taka aftur løggildingina hjá níggju granskoðarunum í grannskoðaramálinum.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo/netvarp/uv/2012/02/23/misngdur-vi-niurstuna-hj-lgmanni-gra...øgdur við niðurstøðuna hjá løgmanni í grannskoðaramálinum

Orsøkin var, at grannskoðararnir ikki høvdu kravdu próvtøkuna fyri at fáa løggilding. Grannskoðararnir hava tó fingið trý ár til at klára kravdu royndina. Grannskoðararnir gjørdu í februar í 2012 av at leggja málið fyri rættin, so málið hevur verið ávegis í trý ár.

Av fyrstan tíð var ætlanin at fara beinleiðis í landsrættin við málinum, tí málið er serligt, og tí kann tað enda í hægstarætti. Men tað vildi Løgmansskrivstovan ikki ganga við til, málið skal fyrst fyri í Føroya rætti.