- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj gransking: Kálk drepur krabbameinskyknur

Danska Krabbameinsfelagið hevur játtað 1,5 milliónir kr. til eina verkætlan, so fleiri royndir kunnu gerast. Kálk er í beinagrindini og tonnunum, og vit fáa kálk við mjólk.

Nú skulu kanningar vísa, um kálk eisini kann nýtast í viðgerð fyri krabbamein. Kanningar vísa, at verður kálk sprænt í krabbasvull, nýta kyknurnar so nógva orku at koma aftur til javnvágina fyri kálk, at tær doyggja av tí.

Nú skulu fleiri royndir gerast á sjúkrahúsinum í Herlev. Yvirlækni, sum stendur á odda fyri kanningunum, sigur, at higartil er úrslitið gott. Viðgerðin skaðar ikki aðrar kyknur enn krabbameinskyknurnar. Hví so er, er ikki greitt enn, og tí skulu fleiri kanningar til.

Ber ikki til at gera endaliga niðurstøðu enn

- Viðgerðin er bílig og einføld, og hevur ikki stórvegis ávirkan annars, sigur Julie Gehl, yvirlækni á sjúkrahúsinum í Herlev.

Enn ber ikki til at gera nakra endaliga niðurstøðu, og fyribils skal kálk roynast ímóti svullum í húðini. Ikki fyrr enn tær royndirnar eru gjørdar, ber til at fara undir at kanna, um kálkið eisini kann nýtast at viðgera krabbasvull í kroppinum.

Nú verður bíðað í spenningi eftir fleiri úrslitum, tí kann kálk nýtast í viðgerðini fyri krabbamein, verður viðgerðin væl bíligari enn í dag, og kann verða fólki at gagni, sum annars verða viðgjørd fyri krabbamein.