Kvinnurnar skulu fyrireika seg í Reykjavík

Kvinnurnar skulu fyrireika seg í Reykjavík
Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari hevur úttikið 18 spælarar, sum í næstum skulu á venjingarlegu í Íslandi, ið er fyrireiking til dystirnar á Malta
 
03.02.2015 - 14:54

Fyrireikingarnar ganga væl, sigur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari. Landsliðið fer í døgunum 20-22 februar á eina venjingarlegu í Reykjavík, sum ein liður í fyrireikingini til dystirnar á Malta.

Hendan úttøkan er ikki endalig til undan undankappingina, men bert ein úttøka til venjingardystirnar í Íslandi. Drúgvastu leikararnir, Malena Josephsen (liðskipari) og Rannvá B. Andreasen eru ikki við í hópinum, sum fer til Íslands. Tær hava báðar smáskaðar at dragast við.

Føroyska A-landsliðið skal spæla tveir venjingardystir mótu U-19 landsliðnum hjá Íslandi.

Jón Pauli Olsen hevur úttikið hesar til venjingarlegu

Bjarta Johannesen, B36
Monika Biskoptø, KÍ
Oddrún Danielsen, Østerbro IF (DK)
Kára Jarnskor, ÍF/Víkingur
Rakul V. Magnussen, EB/Streymur - Skála
Sigrid Petersen, ÍF/Víkingur
Sigrun K. Kristiansen, EB/Streymur - Skála
Durita Hummeland, EB/Streymur - Skála
Lív F.Arge, HB
Fríðrún Danielsen, EB/Streymur - Skála
Anna Sofía Sevdal, EB/Streymur - Skála
Olga Kristina Hansen, Østerbro IF (DK)
Margunn Lindholm, EB/Streymur - Skála
Eyðvør Klakstein, KÍ
Milja R. Simonsen, HB
Íðunn Magnussen, EB/Streymur - Skála
Heidi Sevdal, HB


Talan er um góðar fyrireikingar, sum vónandi gera at føroyska landsliðið í apríl spælir seg víðari úr undan undankappingini á Malta. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650