- Tíðindi, mentan og ítróttur
Listafólkið: Inga Vestergaard Svabo

Listafólkið hesa ferð er 20 ára gamla Inga Vestergaard Svabo. Inga hevur teknað, síðani hon var heilt lítil. Tá hon fekk bókasavnskort, lánti hon næstan allar teknibøkurnar, ið vóru at fáa. Bæði bøkur við realistiskum myndum og við tekniseriu myndum.
- Eg royndi at tekna tær akkurát líka sum tær í bókunum. Eg havi allarhelst lánt allar teknibøkurnar, sum eru á bókasavninum. Tað bleiv nakað minni stuttligt eftir eina tíð, tí hetta var nakað, sum onnur høvdu teknað. So fór eg at improvisera.
Umráðandi at nýta hugflogið og skapa okkurt nýtt
-Tað, at tekna, hevur altíð verið nakað, sum eg seti í samband við nógvar góðar løtur við vinfólki, har vit hava sitið og teknað í fleiri tímar.
- Mær dámar serliga væl at yvirdríva í mínum tekningum og geva teimum eina áhugaverda útsjónd, soleiðis at tey, ið síggja tekningarnar, fáa okkurt at hugsa um. Mær dámar eisini væl at tekna eina mynd, sum upprunaliga var ein minni góður tanki ella uppliving fyri meg, og broyta hana til nakað positivt.
- Myndirnar nýtast ikki at vera penar - myndir kunnu verða flott teknaðar allíkavæl. Mær dámar væl at tekna flottar linjur, nógvar detaljur og litir, soleiðis at mann hevur nógv at hyggja eftir. Eg haldi, tað er umráðandi, at eg fái nýtt hugflogið, skapt okkurt nýtt og at myndin merkir nakað fyri meg.
Ongar fastar reglur
Inga heldur, at tað er umráðandi, ikki at binda seg til ein fastan teknihátt. Eisini heldur hon, at tað er umráðandi at stremba eftir at læra naka nýtt.
- Eg dugi ikki at siga, hvat fyri teknistíl eg havi, tí eg havi ongantíð sæð nakað líka ella nakað, ið minnir nógv um. Eg kenni ikki nógv til onnur listafólk innan tekning uttan míni vinfólk, har eg havi stóra virðing fyri teirra list. Eg fái størsta íblástur frá mær sjálvari og vinfólki.
- Eg nýti bara tey amboðini eg havi, soleiðis sum eg sjálv vil brúka tey. Eg haldi ikki, har eru nakrar fastar reglur, og tað dámar mær væl.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |