Listafólkið: Mia Johannesen

Listafólkið: Mia Johannesen
- Tað eru ongar miseydnaðar tekningar, einans royndir, ið tú lærir av, sigur 20 ára gamla Mia Johannesen, sum er listafólkið hesa ferð
15.02.2016 - 21:15

Mia Johannesen ætlar at útbúgva seg innan “Character Design”. Tískil er tekning nakað, ið fyllir nógv í hennara dagligdegi í løtuni. Men áhugin fyri at tekna festi seg sera tíðliga, og hevur tekning tí altíð verið ein týdningarmikil partur av hennara lívi. 

 

- Tað hevur altíð verið heilt natúrligt hjá mær at sita og gera. Tískil byrjaði eg heldur ongantíð upp á nakað annað, greiðir hon frá.

 

 

Tað byrjaði við teknifilmum

Mia heldur, at tað allarhelst hava verið teknirøðir, sum til dømis Anders And & Co. og Disney-filmar, ið veruliga byrtu hugin og góvu henni íblástur til at tekna. Áhugin fyri teknirøðum og teknifilmum er als ikki minkaður við árunum, og sæst hetta aftur í tekningum hennara.

 

- Nógv av mínum íblástri kemur úr teknirøðum og filmum. Av tí sama dámar mær sera væl at tekna figurar og persónar úr filmum og teknifilmum. Íblásturin eggjar meg til læra meira um tekning og blíva betri.

 

 

 

Áhaldni er lykilin

Hóast tað kann vera sera avbjóðandi at tekna, so tekur Mia tað stig fyri stig og øvar seg í tí, sum hon heldur er serliga torført.

 

- Ein stór avbjóðing hjá mær er at ikki stegða við at gera eina mynd, tá eg síggi, at okkurt ikki sær heilt rætt út, greiðir Mia frá.  

 

 

Allar tekningar eru royndir

Í løtuni leggur hon serliga nógvan dent á at tekna kropsbygnaðin hjá figurum heilt rætt. Tá tað er komið upp á pláss, er ætlanin at fara í holt við perspektivtekningar, sum hon heldur vera serliga ringt. Mia heldur tó, at tað er týdningarmikið, at mann torir at bjóða sær sjálvum av.

 

- Eg vil gjarna viðmæla øðrum, sum hava áhuga fyri at tekna, til ikki at vera bangin fyri at byrja upp á eina torføra tekning. Tað er einki, sum eitur ein miseydnað tekning, har eru einans royndir, sum tú lærir av.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.