Fjarundirvísing fyri útlendingar byrjar aftur

Fjarundirvísing fyri útlendingar byrjar aftur
Seinni í mánaðinum byrjar fjarundirvísingin aftur fyri útlendingar, ið vilja læra seg føroyskt á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum
Seinni í mánaðinum bjóðar Føroyamálsdeildin aftur útlendingum, ið vilja læra seg føroyskt, fjarundirvísing á Setrinum
 
06.02.2015 - 17:05

Nú byrjar fjarundirvísingin aftur fyri útlendingar, ið vilja læra føroyskt. Á Føroyamálsdeildini verður skipað fyri fjarundirvísing fyri útlendingar í tíðarskeiðnum frá februar og tríggjar mánaðir fram, skrivar setur.fo

Skeiðið telur 10 ECTS, og til ber at taka Faroese for Foreigners I og Faroese for Foreigners II. Undirvísingin verður soleiðis, at lesandi fara at hava níggju klassatímar; restin er fjarundirvísing.

Í fjarundirvísingini fáa lesandi hvørja viku uppgávur, sum tey skulu gera og lata inn. Afturat hesum verða aðrar uppgávur, ið tey skulu gera. Hetta er triðja árið, at Føroyamálsdeildin bjóðar út slíka undirvísing, og er hon treytað av næmingatali.

Í ár hava 12 teknað seg. Hesi skulu rinda 2500 krónur fyri skeiðið. Ábyrgd av skeiðnum hevur Hjalmar P. Petersen, og Lena Reinert fer at undirvísa og taka sær av at rætta uppgávurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. februar
Morgunlestur leygardagur 7.februar 2026
203556
Fríggjadag 6. februar
Vikuskiftið 6 feb 2026
203848
Fríggjadag 6. februar
LEITISSTEIN 06.02.2026 (HOYDALAR)
203842
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. februar
Veðrið
203846
Fríggjadag 6. februar
Beinir í løtuni í Skógrøktini
203841
Fríggjadag 6. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203827
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786