- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætla at taka Mosul aftur

Roknað verður við, at deildirnar fara at royna at taka býin um mánaðarskiftið apríl mai.
Millum 1000 og 2000 hermenn hjá IS hava í løtuni tamarhald á býnum.
IS tók býin í fjør
Yvir ein millión fólk búgva í Mosul, sum deildir hjá IS tóku í juni í fjør.
Býurin er tann størsti sum deildirnar hava tikið í ríkinum, sum ætlanin er at stovna í økinum, sum í fyrstu syftu fevnir um Irak og ein part av Sýria.
Al Queda vil ikki vita av IS
Islamskur Statur var at byrja við ein partur av al Queda felagskapinum, men ovasti leiðarin í al Queda, Ayman al-Zawahri, hevur boðað frá, at hann einki vil hava við felagskapin at gera, tí hann nýtir óneyðugt vald.
Islamskur Statur legði í fjør stór økir í Irak og Sýria undir seg, harímillum stóra býin, Mosul.
Nógv bumbuálopa IS støðir
Síðani í september í fjør hava flogfør úr nógvum londum í samstarvi bumbað støðir hjá IS í Irak og í Sýria.
Felagskapurin sugur seg samstarva við fleiri aðar felagskapir, harímillum felagskapin, MMSI, sum hevur valdið í libyska býnum, Derna.
Mánadagin bumbaðu egyptisk flogfør støðir hjá MMSI, eftir at tað kom fram, at felagskapurin hevði avrættað 21 kristin úr Egyptalandi.




























