Danir vænta fleiri yvirgangsatsóknir

Danir vænta fleiri yvirgangsatsóknir
Ein meiriluti av danska fólkinum sigur seg vænta eina yvirgangsatsókn aftrat, áðrenn eitt ár er farið, vísir kanning
 
20.02.2015 - 11:54

Kanningina hevur Megafon gjørt.

64 prosent av teimum spurdu siga seg vænta eina yvirgansatsókn aftrat, áðrenn eitt ár er liðið, og bert 13 prosent vænta ikki eina slíka atsókn, vísir kanningin.

Vilja hava Helle Thorning

Samstundis spurdi Megafon, hvønn forsætisráðharra danir vilja hava, um ein yvirgangsatsókn verður framd. Har er ynskið Helle Thorning Schmidt, sum 39 prosent halda stóð seg væl, eftir atsóknina um vikuskiftið.

21 prosent halda at Lars Løkke Rasmussen hevði klárað støðuna betri, og 31 prosent halda at bæði høvdu staðið seg eins væl.

Pakki skal steðga yvirgangi

Danska stjórnin hevur lagt ein pakka fram, við 12 punktum, sum skal betra um møguleikarnar fyri at steðga yvirgangi.
Ætlanin er at nýta eina milliard kr. til ætlanina. Meginparturin av pengunum skulu nýtast til at styrkja løgregluna og fregnartænasturnar.
Samstundis er ætlanin at leggja fleiri uppskot fram, sum geva myndugleikunum fleiri rættindi, bæði í Danmark og uttanlands.

Omar Abdel Hamid El-Hussein til gravar í dag

Seinnapartin fer 22 ára gamli maðurin til gravar, sum leygardagin og sunnunáttina søkti at at tveimum málum í Keypmannahavn, og gjørdi av við ein 55 ára gamlan og ein 37 ára gamlan mann.
Danskir miðlar skriva, at væntað verður, at 1500 muslimar fara at savnast til jarðarferðina, og at minnast Omar Abdel Hamid El-Hussein, sum framdi yvirgangin.

Muslimar ikki spurdir

Muslimar í Danmark siga seg ikki ivast í, at fleiri aðrir ungir muslimar, sum sita fongslaðir í Danmark, eru í vanda fyri at enda sum yvirgangsmaðurin, og kunnu gera um seg, tá teir verða lætnir leysir.
Muslimar finnast eisini at, at teir ikki í nóg stóran mun eru tiknir við uppá ráð, nú danska stjórnin hevur gjørt av at nýta eina milliard krónur, fyri at steðga møguligum yvirgangi í Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714